Siglandi arvurin – søgan um føroyskt træskipasmíð

Skrivað Mikudag, 30 oktobur 2013. Bólkað undir Gjørd arbeiði

30. oktobur varð bókin "Siglandi arvurin – søgan um føroyskt træskipasmíð" løgd fram í Klaksvík í Skúlanum við Ósánna. Stór fjøld av fólki var komið at hoyra rithøvundan Óla Olsen greiða frá.

Henda bók umrøður føroyskt træskipasmíð frá elstu tíð til okkara dagar.

Í 1804 fer fyrsta seglskipið av bakkastokki í Føroyum. Sagt verður frá Royndini fríðu og øðrum førum, smíðað verða í 1800-talinum.

Motorbátaøldin tekur við eftir 1900, og nógvir motorbátar verða smíðaðir. Aftast í bókini er skrá við umleið 250 motorbátum.

Greitt verður frá fjølbroyttum skipasmíði fram til 1978, tá ið seinasta langfaraskipið, Jøkul, fer av bakka stokki.

Parturin „Siglandi mentanararvurin“ umrøður gomlu seglskipini og motorbátarnar, sum enn rógva út.

Viðmerkingar (0)

Skriva eina viðmerking

Tú viðmerkir sum gestur.