Dagligdagur í 19. øld

Skrivað Sunnudag, 16 juni 2013. Bólkað undir Gjørd arbeiði

Í bókini hevur Óli Jacobsen savnað søguligt tilfar um Lützen og Evensenættirnar. Bókin er serliga grundað á dagbókina hjá Onnu Evensen.

Andreas Christian Lützen varð føddur í Danmark 13. juni 1813. Í 1838 kom hann 24 ára gamal til Havnar at vera lærari og organistur.

Hann gjørdist av fremstu álitismonnum í Havn. Hann gjørdist løgtingsmaður, ríkisdagsmaður og kommunustýrisformaður í Havn, og hann fekk ein minniligan deyða í 1874, tá ið hann small niður deyður, meðan hann talaði fyri kongi, sum var komin á vitjan.

A.C. Lützen giftist við Evu Mariu í Baianstovu. Tey fingu fleiri børn, sum á ymiskum økjum komu at hava stóran týdning í Føroyum.

Ein dóttir var Anna, sum giftist við prestinum og próstinum Jens Christian Evensen.

Í 1925 varð ein bók skrivað við hennara endurminningum. Henda hondskrivaða bókin er høvuðsinnihaldið í hesi bók.

Men umframt er tilfar um A.C. Lützen sjálvan, um hansara børn og serliga um Onnu og hennara børn.

Her er talan um eitt fittligt ískoyti til søgu føroyinga.

Viðmerkingar (0)

Skriva eina viðmerking

Tú viðmerkir sum gestur.